Sørvágstrolarin Vesturleiki.

6 skip kroka vestanfyri

vinna07-12-2017 - 13:42 - Jóanis Nielsen

 Øll skipini eru komin inn ella eru undir landi og kroka.

Vestanfyri kroka 6 skip, tey liggja suður úr Prestanga ella suður úr Trøllkonufinguri, skipini eru Falkur, Heykur, Brestir, Vesturleiki, Klakkur og íslendska skipið Børkur.

Eitt íslendskt skip - Bjarni Olafson krokar útfyri Borðoyarvík.