5.927 harur skotnar í 2019

mentan20-03-2020 - 07:40 - Jóanis Nielsen

 Samlaða talið kom upp á 5.927 harur. Hetta eru einar 800 harur minni enn í 2018, 5.136 harur vórðu skotnar.

Alt hetta kanst tú lesa um í frágreiðingini " Haruveiðan í Føroyum 2019 og annað tilfar um føroysku haruna", sum júst er útkomin.

Frágreiðingin hesaferð er 50 síður til longdar (pdf-fíla 6,5 MB) og kann takast niður á leinkinum:

setur.fo/…/6411/nvdrit2020_05_haruveidanifoeroyum2019_samla…

Kanningin byggir á tøl frá tilsamans 755 harutúrum í 299 hagapørtum í 84 bygdum kring landið. Raskastu at skjóta harur í Føroyum í 2019 vóru teir, sum skutu í skutu í Kvíggjarhamarshaga í Saksun. Teir skutu tilsamans 214 harur, sum teir fingu á 10 túrum.

Aftast í frágreiðingini eru úrslit av einari kanning av bendilormum í føroyskum harum. Úrslitið vísir, at ein triðingur av føroysku harunum hava bendilorm.

setur.fo/…/6411/nvdrit2020_05_haruveidanifoeroyum2019_samla…

Mynd hjá Eyðfinn Magnussen
Mynd hjá Eyðfinn Magnussen