5 sløkkiliðsmenn heiðraðir

Mentan17-12-2018 - 12:09 - Jóanis Albert Nielsen

Leygarkvøldið, 15. Desember, blivu 5 sløkkiliðsmenn í Skálafjarðar Kommunala Sløkkliliði – SKS - heiðraðir fyri trúgva tænastu í sløkkiliðnum í meiri enn 25 ár.

Á árliga jóladøguranum hjá sløkkiliðsmonnunum, sum í ár var í Oyndarfirði, helt formaðurin í Sløkkiliðnum, Jóhannus Danielsen borgarstjóri, talu fyri teimum 5 sløkkiliðsmonnunum, og handaði teimum heiðurstekin.

Teir 5, sum fingu heiðurstekin, eru:

Sunleiv Højgaard, Runavík, átaksleiðari – starvast í SKS í 33 ár

Jan Abrahamsen, Strendur – starvast í SKS í 32 ár

Hanus Heinesen, Nes, liðleiðari – starvast í SKS í 29 ár

Niclas Davidsen, Toftir – starvast í SKS í 29 ár

Harry Benjaminsen, Toftir – starvast í SKS í 29 ár

Tað er Hennara Hátign, Drotning Margretha II, sum í 1973 stovnaði heiðurmerki fyri sløkkiliðsmenn. Eftir innstilling úr Føroyum, var tað stjórin í donsku tilbúgvingarnevndini, Beredskabsstyrelsen, sum góðkendi, at hesir 5 nú hava fingið heiðurstekin fyri trúgva tænastu í sløkkiliðnum í 25 ár, og er tað fyrstuferð, at hesi heiðurstekin eru latin í Føroyum.

SKS er eitt felags sløkkilið fyri Sjóvar, Runavíkar og Nes kommunur og samstarvið hevur 44 ár á baki. Sløkkiliðið, hevur sera trúðfasta manning. Fyri gott 3 árum síðani blivu 8 sløkkiliðsmenn heiðraðir fyri 40 ára trúgva tænastu við “Dronningens fortejenstemedalje i sølv”.

Raðfylgjan á myndini - frá vinstru: Jóhannus Danielsen, Jan Abrahamsen, Hanus Heinesen, Sunleiv Højgaard, Niclas Davidsen og Harry Benjaminsen. Myndina hevur Hjalmar J. Juul tikið.