5 línuskip við meira enn 80 monnum umboorð eru áveg til Flemmish Kap

vinna13-01-2020 - 17:00 - Jóanis Nielsen

 Í gjárkvøldið loystu línuskipini - Jógvan I, Eivind, Kambur, Stapin og Jákup B., tey eru øll áveg yvir á Flemmish Kap, umborð eru fleiri enn 80 mans. 

Nú í kvøld eru skipini stødd miðskeiðis millum Føroyar og Ísland, veðrið hevur verið gott í dag, men nú byrjar at fríska vindin har á leiðini, men hann verður undan í kvøld, sigur skparin á Eivind - Jan Vang.

Nær teir verða á fiskileið, er ringt at siga, men helst gongur ein vika, spurningurin er hvussu veðrið verður og hvussu tað kemur at hilnast við siglingini, tá ið skipini koma longur vestur, sigur Jan við JN.fo í kvøld.