5 íslendsk skip sigla til Íslands fullfermd av svartkjafti

vinna16-04-2018 - 16:50 - Jóanis Nielsen

 Fiskiskapurin á svartkjaftafeltinum sunnanfyri er góður. Í dag eru 5 íslendsk skip ávegis til Ísland - øll fullfermd av svartkjafti t.v.s. omanfyri 10.000 tons.

Skipini eru: Hoffell, Isleifur, Heimey, Bjarni Ólafsson og Gudrun Thorkelsd.

Í løtuni eru útvið 30 skip á feltinum suður og í landsynning av Føroya Banka, tey flestu russisk og Íslendsk.