5. flokkur í Sands Skúla fekk heiðurin sum Ársins Vitanarfróðu 2019

mentan10-05-2019 - 16:34 - Jóanis Nielsen

Fríggjadagin 10. mai var tiltak á Torginum í SMS, har tað varð kunngjørt, at 5. flokkur í Sands skúla fekk heiðurin sum ársins Vitanarfróðu 2018/19. Tað fingu tey fyri frágreiðingina: “Hvørja farvu hevur eitt spegl?”.

Ein dómsnevnd við 4 umboðum hevði lisið og mett um frágreiðingarnar. Hesi eru Fríða Poulsen Eysturoy, lærari, Firouz Gaini, granskari, Karina Toftegaard, ritstjóri, og Annika Sølvará vegna Granskingarráðið.

Les meira á:

https://www.gransking.fo/fo/tilfeingi/tidindi/5-flokkur-i-sands-skula-fekk-heidurin-sum-arsins-vitanarfrodu-2019/