Sjálvt um regnið oysti niður, so vóru tað nøkur sera hugagóð børn sum luttóku á Fótbóltsskúlanum á Toftum 30. juni og 1. juli - Mynd: Hans Erik Danielsen.

472 børn á Fótbóltsskúla

ítróttur02-07-2017 - 10:07 - Jóanis Nielsen

Um vikuskiftið og farna vikuskiftið vórðu árligu Fótbóltsskúlarnir hjá FSF hildnir í Havn og á Toftum. Tilsamans 472 børn, í aldurinum 6 til 14 ár, luttóku.

23. og 24. juni varð Fótbóltsskúlin í Gundadali í Havn, har HB var vertur fyri 302 børnum í aldurinum 6 til 14 ár. Veðrið var eisini av tí besta, børnini hugnaðu sær óført, og sum heild eydnaðist Fótbóltsskúlin væl.

Hinvegin var veðrið ikki av tí allar besta, tá Fótbóltsskúlin var á Toftum 30. juni og 1. juli, har B68 var vertur. Fríggjadagin var veðrið tó gott, men leygardagin regnaði illa. Tað helt kortini ikki teimum 170 hugagóðu børnunum frá at venja og spæla dystir, sjálvt um tað oysti niður.

Áðrenn børnini fóru heim fingu tey ein bólt, t-troyggju, vatn-dunk og eina sodavatn frá Føroya Bjór, umframt luttøkubræv.

Fleiri myndir frá fótbóltsskúlunum í Havn og á Toftum kunnu síggjast her:

Fótbóltsskúlin í Havn 2017 (hb.fo)

Fótbóltsskúlin á Toftum 2017