47% verið á valið á Giljanesi

Politikkur05-06-2019 - 18:36 - Jóanis Albert Nielsen

Nú klokkan 18 høvdu 47,3 % av teimum sum hava valrætt í Vága kommunu verið á valið. Í tølum er tað 700 fólk av teimum 1480, sum hava valrætt.

Sama tíðarskeið til seinasta fólkatingsval høvdu 38,7% av teimum sum høvdu valrætt tá verið á valið á Giljanesi. Í tølum vóru tað 546 av 1410.