Nýggjastu


Mynd: Jórunn E. Wang

456 súlur bleiv tað til í ár

08-09-2018 - 14:19 - Jóanis Albert Nielsen

Í gjárskvøldið fóru umleið 50 fólk út í Mykineshólm eftir súlu. Vit hava fyri løtu síðani fingið at vita at í ár fingu tey 456 súlur.

Í 2016 var besta árið seinastu 20 árini tá ið tey fingu 623 súlur. 

Seinastu árini hava verið tiknar millum 400 og 600 súlur.