400 fólk hittast til ættarstevnu á Giljanesi leygardagin

mentan10-09-2018 - 22:53 - Jóanis Nielsen

 Ættarstevna fyri eftirkomarunum hjá Jacobinu, sum var úr Gomlustovu í Sørvági, og Zachariasi, sum var úr húsinum Norðan fyri Garð í Sandavági verður leygardagin 15 september.

Jacobina og Zacharias giftust inn Norðan fyri Garð 17. september 1865 og fingu 11 børn. Hann var tá løgtingsmaður, og nøkur ár seinni gjørdist hann eisini sýslumaður í Vágum.

Ættarstevnan byrjar kl. 15, tá øll møtast við kirkjuna í Sandavági, tað verður farið ein gongutúr í bygdini, har Heini F. Petersen sigur frá.

Kl. 16.30 verður møtt í Ítróttarhøllini á Giljanesi.

Kl. 18.30 verður borðhald.