40 tilburðir í gjár - 13 eru deyð við koronu í Føroyum

corona23-11-2021 - 16:28 - Jóanis Albert Nielsen

Í gjár vóru 40 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Landslæknin hevur verið í sambandi við øll tey smittaðu.

2348 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 376 smittað, sjey eru innløgd, og 13 eru deyð við koronu í Føroyum.