4 trolarar landa í Runavík

vinna15-03-2017 - 10:27 - Jóanis Nielsen

 4 trolarar landa til Faroe Origin í Runavík.

Stelkur og Bakur komu inn í gjárkvøldið, teir royndu vestanfyri í 4 dagar, teir hava 120.000 pund.

Á middegi koma Rókur og Lerkur á Runavík, teir hava 180.000 pund, Rókur og Lerkur hava roynt eystanfyri.

Nú um 10-tíðina loystu Heykur og Falkur, teir landaðu mánadagin, teir hava bíðað eftir líkindum at fara avstað.

Veðrið verður hampuligt í dag, men sagt verður aftur frá vindi í morgin.