4 grønlendskir trolarar koma at landa makrel í Føroyum

vinna12-09-2018 - 20:33 - Jóanis Nielsen

 Grønlendsku trolararnir - Polar Princess, Tuneq, Tasiilaq og Polar Amaroq - eru allir ávegis til Føroyar við makreli, sum skal landast her.

Polar Princess plagar at landa í Kollafirði, ímeðan hinir tríggir plaga at landa í Fuglafirði.

Grønlendsku trolararnir hava roynt í altjóða sjógvi tætt norðanfyri føroyska markið.