3500 harur skotnar í fjør

Mentan24-02-2017 - 16:37 - Jóanis Nielsen

So var hon her. Frágreiðingin um haruveiðuna í Føroyum 2016. Hetta er fimta frágreiðingin, sum eg skrivi um haruveiðuna í Føroyum. Fyrsta royndin var gjørd í 2012. Í yvirlitinum eru tilsamans 2.950 harur skrásettar at vera skotnar í Føroyum í 2016. Út frá hesum meti eg, at samlaða talið av harum, sum vórðu skotnar í Føroyum í 2016, hevur verið umleið 3.500.

Kanningin byggir á tøl frá tilsamans 451 harutúrum í 187 hagapørtum kring landið. Helvtin av harunum vórðu skotar í 35 hagapørtum, av hesum vórðu 728 harur, tað er 25%, skotnar í 13 hagapørtum. Í 20 teimum bestu haruhøgunum skutu teir tilsamans 1.024 harur, sum er 35% av samlaðu veiðuni í Føroyum í 2016.

Raskastir at skjóta harur í Føroyum í 2016 vóru teir, sum skutu í Kvíggjarhamarshaga í Saksun. Teir skutu tilsamans 90 harur, sum teir fingu á 7 túrum. Teimum á baki vóru teir í “Strandarhaga” á Strond á Borðoynni, við 69 harum á 5 túrum. Á triðja plássi vóru harumenninir í “Fjalli”, sum er partur á Ognarhaganum í Kvívík. Teir fingu 68 harum á 7 túrum.

Verður hædd tikið fyri, hvussu nógvir túrar vórðu gingnir í hvørjum haga og hvussu nógvir skjúttar vóru við hvønn túrin, broytist úrslitið. Eftir hesum útrokningarháttinum, lá best fyri í hagapartunum “Bergið” í Árnafirði. Í hesum hagunum varð bara skotið tann eina dagin, har ein einsamallur maður fekk 10 harur. Næstbestur var “Miðhagi + Líðarhagi” á Norðoyri, har ein einsamallur maður ein dag fekk 8 harur. Á triðja plássi var hagin “Norðastifjórðingur” á Sandi, har ein einsamallur maður ein dag fekk 7 harur.

Fyri alt landið vórðu skotnar 2,38 harur pr. byrsu hvønn dagin. Hetta er á leið tað sama, sum í 2015, tá miðalveiðan var 2,36 harur pr. byrsu hvønn dagin, men munandi minni enn í 2014, tá veiðan var 3,1 harur pr. byrsu hvønn dagin, og eisini minni enn í 2013, tá miðalveiðan var 2,9 harur pr. byrsu hvønn dagin.

Flest harurnar vórðu skotnar á Streymoynni, íalt 1.275 harur, sum er 43% av samlaða talinum av harum, sum vórðu skotnar í Føroyum í 2016. Í Vágum skutu teir 465 harur, í Eysturoynni 462 og á Borðoynni 333 harur.

Vestmanna er, eins og undanfarin ár, tann bygdin í Føroyum, har flestu harurnar vórðu skotnar í 2016. Tilsamans skutu vestmenningar 278 harur á 44 túrum, men hetta er bert ein fjórðingur av tí, sum teir skutu í 2014, tá vestmenningar skutu 1.120 harur á 74 túrum.

Fyrsta dag, loyvt var at skjóta haru í 2016, var mikudagin 2. november. Hendan dagin fingu teir tilsamans 598 harur, sum vórðu skotnar í 39 hagapørtum kring landið. Hetta var eisini nógv tann besti einstaki harudagurin í árinum, og fingu teir 20% av samlaðu árligu veiðuni hendan dagin og gingu 9% av samlaða túratalinum. Seinasta dag, 31 desember, vórðu skotnar 282 harur í 52 høgum.

Á teimum 451 harutúrunum, sum vórðu gjørdir í 2016, var veiðan millum 0 og 50 harur hvønn túrin. Vanligast var at fáa 1 til 4 harur á einum túri. Í miðal vórðu 6,40 harur skotnar á hvørjum túri, sum er eitt sindur meira enn í 2015, tá teir i miðal fingu 6,23 harur hvønn túrin, men minni enn í bæði 2014 og 2013, tá miðaltalið var ávikavist 8,12 og 8,2 harur pr. túr.

Talið av skjúttum á hvørjum harutúri í 2016 var millum 1 og 17. Helvtin av túrunum vóru teir 2 ella færri skjúttar á hvørjum túri. 143 ferðir (32%) var bert ein maður og skeyt.

Mett verður, at í 2016 skutu umleið 700 ymiskir mans harur í Føroyum. Hetta er eitt sindur færri enn í 2015, tá einir 800 mans skutu, og nógv minni enn í 2014, tá 1.200 mans skutu harur í Føroyum.

Frágreiðingin kann lesast á netinum á leinkini:

http://setur.fo/uploads/tx_userpubrep/NVDrit2017_02_HaruveidanIFoeroyum2016.pdf