Nýggjastu


30 ÁR Á EGNUM VEINGJUM

politikkur11-04-2018 - 17:12 - Jóanis Nielsen

 30 ÁR Á EGNUM VEINGJUM 

28. mars 1988 - 28. mars 2018 

HUGLEIÐINGAR Lasse Klein, Fyrrv. landsstýrismaður 

Menningarætlanin Fyri VÁGAR fevndi um: 

 √ Stovnan av flogfelag √ Bygging av hangari 

 √ Bygging av undirsjóvartunli um Vestmannasund 

 √ Yvirtóku tyrlu konsessiónir 02.10-1985 

 √ Keyp av tyrlu úr USA (Serligar orsøkir: “leasa”) 

 √ Flyting av Tyrludeildini hjá SL til Vágar 

 √ Bygging av farmahøll √ Bygging av ferðamannabáti til Mykinesar 

Tað ber til hjá almennu politisku skipanini, at menna økir í landinum sum eru afturútsigld. 

2 Als einki bendi á, at Føroyar skuldu fáa sítt egna tjóðarflogfelag í byrjanin av 1985, tá nýggja landsstýrið tók við, tann 10. januar 1985. Samgonguskjalið millum teir fýra landsstýrisflokkarnir: Javnaðarflokkin, Tjóðveldisflokkin, Sjálvstýrisflokkin og Kristiliga Fólkaflokkin, høvdu ikki skrivað nakað inn í samgonguskjalið um stovnseting av einum tjóðskaparligum flogfelag yvirhøvur.  

Sjálvur gjørdist eg landsstýrismaður í samferðslumálum, og nú Atlantsflog hevur 30 ár á baki var heitt á meg herfyri at lýsa støðuna í sambandi við flogmáli í mun til tøkt keldutilfar, sum verður lýst í endanum av hesi grein. 

Broytti samráðingar mynstri 

Tað var eisini tí, at tað kom dátt við, tá tað gjørdist mær greitt, at “Ministeriet for offentligt arbejde var forpligtet til at lade et færøsk selskab få koncessionen við siden af, eller i samarbejde med et danskt selskab til flyruten mellem Færøerne og Danmark, og at dette kunne ske fra 1. oktober 1985”. Tað var staðfest, at føroyski politiski myndugleikin ongar fyrireikingar hevði gjørt, sum vóru ítøkiliga gróðursettar í einum møguligum endamáli og úrsliti, hóast fundir høvdu verið um eina møguliga stovnseting, kortini uttan úrslit. 

EITT TJÓÐARFLOGFELAG VERÐUR STOVNAР

“Navn títt skal vera ATLANTIC AIRWAYS”. Tað hendi fyri 30 árum síðani – 28. mars 1988, at flogfarið lætti sær á, og fór sín fyrsta túr úr Vágunum til Keypmannahavnar við ferðafólkið. Lesið her ein part av áhugaverdu og stundum truplu gongdini fyri at náa úrslitinum. Var hangarurin ikki bygdur hevði ikki borði til at flogi úr Vágunum. Hann stóð liðugur tá flogi var fyrsta túrin. Kostnaður uml. 60 mió. kr. 3 Sæð í ljósinum av óteljandi royndum, og ósemjum um, at fáa sett á stovn eitt Føroyskt tjóðarflogfelag gjøgnum 25 til 30 ár, var eg tí sannførdur um, at tað var neyðugt, at broyta samráðingar háttin, um komast skuldi á mál. 

Hvussu byrjar flogmáli? 

Tíðliga í 1985 fái eg kunning um av Johan Restorff Jacobsen, stjóra fyri SL og Jógvan Simonsen, leiðara fyri Tyrlutænastuni SL, at teir arbeiða við spurninginum um farmaflogfar, og høvdu kannað tørvin fyri flúgving av farmi. Nakað seinri 19.08-1985 kemur umsókn. Straks eftir kunningina fari eg undir at kannað í skjalagoymslunum hjá landsstýrinum hvussu støðan er í flogmálinum í sínum heild. 

Niðurstøðan verður tann, at undirritaði boðsendur umboð fyri SL, og geri greitt, at eg ynski at fáa sett alt málið viðv. flogmálinum á skrá, og í hesum sambandi hevði brúk fyri teirra hjálp. Metti tað neyðugt at greina máli heilt av nýggjum, og hevði tí brúk fyri fólkið sum høvdu serstakt innlit í flogmáli, og at hesi fólk eisini á ein ella annan hátt kundu ávirka politisku flokkarnar sum sótu í samgongu.

 Arbeiðsbólkurin Hetta var orsøkin til at eg setti hendan arbeiðsbólkurin: 

Jógvan Simonsen, leigari fyri Tyrlutænastuni hjá SL, tí at hann vísti stóran áhuga fyri flogmálinum, og eisini tí at eg hevði stór álit á honum. Jóhan Restorff Jacobsen, stjóri fyri SL, tí at eg loyalt kundi gera brúk av SL stovninum til endamáli. Tá talan var um hinar limirnar hevði eg serlig áhugamál, Eyðfinn Jacobsen, tí hann hevði verði í starvi hjá Statens Luftfartsvæsen og útbúgvin løgfrøðingur, og ikki minst tí at hann hevði tætt tilknýti til Javnaðarflokkin, Carl V. Weihe, stats. grannskoðara, tí hann gjøgnum nógv ár var formaður í Prísráðnum, og verði við til at geva tilmæli í spurninginum um ferðaseðlar kostnaðin loftvegis, og harvið innlit í fíggjarviðurskiftini hjá Danair og Mærsk Air, og eisini tí at eg við vissu visti at Atli P. Dam, løgmaður hevði stórt álit á honum, og stundum ráðførdi seg við hann, og Finnbogi Niclasen, sum var í starvi hjá Statens Luftfarstvæsen. 

30 ár á egnum veingjum 

Føroyingar yvirtóku konsessiónina í sambandi við tyrluflúgving 13.12-85. Eftir at SL hevði havt raksturin av tyrlutænastuni um hendi í nøkur ár, yvirtók AA hana. Jógvan Simonsen Johan R. Jacobsen Eyðfinn Jacobsen Carl V. Weihe Finnbjørn Niclasen Ingolf Nielsen 4 Jógvan Simonsen fekk til uppgávu at kontaktað persónarnir og samskipað arbeiði. 

Tá eg sum landsstýrismaður hevði sett mær fyri at finna eina loysn á flogmálinum, hevði tað sjálvsagt eisini stóran týdning eisini at meta um, hvussu vit best komu á mál, og til tess hevði eg brúk fyri fólki sum á ein ella annan hátt kundi ávirka, fyrst og fremst Atla P. Dam, løgmann. 

Tað var greitt, at neyðugt var at heinta allar luttakararnir uttanfyri landsstýrisumsitingina fyri á tann hátt at kunna taka luttakararnir í eið, og bert vísa til mín sum hevði leiðsluna á økinum, sum landsstýrismaður. 

Av og á kunnaði eg landsstýri ávegis, men kortini var tað eingin í landsstýrinum, sum lat við seg koma í sambandi við kunningina, og tað var eg stórt sæð sera væl nøgdur við, tí so fekk eg frið at arbeiða eftir mínum egna miðvísa leisti, hóast eg ansaði væl eftir ábyrgd míni, sum landsstýrismaður. 

Vit vildi meira ... Teir fyrstu fundirnir høvdu vit við danska Ferðslumálaráðið, og við umboð fyri donsk flogfeløg. Á fundinum við Ferðslumálaráðið luttóku: Birgit Willumsen og Kurt Lykketoft, á fundinum við Danair, Gunnar Thietz, stjóri og Mærskair, Bjarni Hansen, stjóri. Tað blivu sjálvandi hildnir fleiri fundir í Føroyum, og í útlandinum. 

Kanningarnar at leita eftir rætta samstarvsfelaga, fevndi um allar møguleikar; flogfeløg í Skandinavia og Evropa, og vit endaðu við at taka upp samráðingar við Cimber Air. Avdúking, um leiguflogfarið 

Fyrst í september 1985 høvdu vit avtala ein sokallaðan, eftir mínum tykki Orsaka av Atlantic Ariways er virksemið á flogvøllinum økt munandi. Her undirskrivað umboð fyri landsstýri og Cimber Air undir samarbeiði millum partarnir. 

Á tíðindafundi 9. juli 1987 avdúkar Lasse Klein , fyrrv. landsstýrismaður navnið. 5 avgerandi “loynifund” við danska Ferðslumálaráðið viðv. flogkonsessiónini ein fyrrapart, og seinrapartin við stjóran í Danair Gunnar Thietz og stjóran í Mærskair, Bjarna Hansen. Annan dagin fyri var eg farin til Keypmannahavnar á annan fund, og dagin eftir skuldu arbeiðsbólkurin koma til Keypmannahavn. Undirritaði var ringdur upp av umboði fyri arbeiðsbólkin sum boðaði frá, at hóast ferðaseðlarnir vóru bílagdir í góðari tíð, so høvdu teir fingið boð frá flogfelagnum, at teir kortini ikki fingu ferðaseðlar til ferðina. Tað var ein sera óheppin støða, og hugsaði at hetta onkursvegna var tilætla, og at onkur hevði fingið frænir av arbeiði okkara. Vildi ikki lata mær hetta linda, men leigaði eitt leiguflogfar eftir teimum. Í dag dugi eg at síggja at hetta var eitt “vilt” stig at taka, men av tí at eg metti at nógv stóð uppá spæl, var hetta kortini gjørt. Tá rokningin fyri leiguflogfari kom á borði gjørdist eg ovfarin av høga prísinum, men váttaði hana, og tí betur hoyrdi eg einki aftur um hesa rokning. 

Skelkandi fundur um flogmáli Staddur í Keypmannahavn saman við Atla P. Dam, løgmanni fingu vit heilt óvænta fundarboð. 

Fundarboðini vóru frá formanninum í Mærsk Air, dótturmaður Mc-Kinney Møller, sum var formaður fyri Mærsk Air og stjóranum hjá SAS Frede Ahlgreen Eriksen, sum var nevndarformaður í Danair. Vit vóru greiðir yvir at talan var um ein óvanligan fund, og at stórt trýst fór at verða lagd á okkum í sambandi við flogmáli. Dótturmaður Mc-Kinney Møller var ikki sendir í býin uttan at talan var um eitt týdningarmikið mál. Orðaskifti var millum partarnir hvat fundurin skuldi haldast, danir yngsti fundin hildnan á Esplanden, høvuðssætinum hjá Mærsk, ella á einum Hotelli sum teir vístu á. Men frá føroyskari síðu gjørdu vit greitt, at skuldi fundur verða so skuldi fundurin verða á Føroysku Viðskiftarstovuni í Keypmannahavn. Tað endaði við at vit fingu okkara vilja. Ynski frá dønum vóru, at tað skuldu bert verða vit fýra sum luttóku á fundinum, og soleiðis bleiv. 

Hótta við uppsøgnum 

Dótturmaður Mc-Kinney Møller byrjaði við at greiða frá, at tey høvdu hoyrt at føroyingar høvdu ynski um at taka lut í flúgvingini í sambandi við Føroya rutuna, og at tey eisini høvdu hoyrt at Cimber Air var møguligur samstarvspartnari. Hetta dámdu teimum ikki. Frá Føroyskari síðu gjørdu vit greitt, at 1. oktober 1985 stóð okkum Føroyingum í boði at fáa lut í konsessiónini at útinna flogferðslu, og at vit ætlaðu at gera brúk av hesum møguleika, men at støða ikki var tikin til hvørjir samarbeiðspartarnir fóru at verða, men at vit løgdu dent á gjøgnum skygni í einum slíkum samarbeiði. 30 ár á egnum veingjum 

Ein treyt fyri at menningarætlanin fyri Vágar skuldi eydnast til fulnar var fast samband um Vestmannasund. Uppskotið var lagt fram 17.03-1988, og samtykt. 6 Dótturmaður Mc-Kinney Møller minti okkum á, at Føroyingar áttu at verða varnir tá talan var um samarbeiðsmøguleikar. Hann minti á at stórt tala av Føroyingum høvdu hýru hjá Mærsk felagnum, og at vandi kundi verða fyri, at arbeiðspláss fóru at hvørva um Føroyingar tóku skeiva avgerð. Hetta vóru skelkandi útsagnir, men vit frá føroyskari síðu hildu fast um, at tað var okkara rættur at gera brúk at møguleikanum at fáa lut í Føroya rutuni samb. kgl. kunngerð nr. 336 frá 11. Juni 1976. 

Tað var skilligt at vit í spurninginum um at vit Føroyingar høvdu ætlanir av álvara taka lut í Føroyskari flúgving vóru upp í móti donskum áhugamálum, sum kundu fáa stórar fíggjarligar avleiðingar fyri ávísar partar, og tí var mótstøðan stór frá danskari síðu. Ein “bumba” brast í løgtinginum Í juni 1986 kunnaði eg Atla P. Dam, løgmann, um úrslitið av samráðingunum í sambandi við at stovnseta eitt føroyskt tjóðarflogfelag, og tá hvørki hann ella landsstýri lótu við seg koma, valdi eg tann 17. desember 1986, at svara einum fyrispurningi í Løgtinginum frá Svend Aage Ellefsen, løgtingsmanni: “Hvørjar ætlanir hevur landsstýrið viðvíkjandi føroyskari luttøku í millumlanda flúgving, og nær verða hesar ætlanir settar í verk?” 

Tá ið spurningurin var svaraður, var tað sum ein “bumba” brast í løgtinginum hendan dagin. So at siga øll løgtingsfólk vóru tikin av bóli, sama var galdandi fyri fjølmiðlarnir, og øll vóru forvitin eftir at hoyra um endaligu avtaluna. Stóð tað til mín, so var felagið stovnað í 1986. Tað var skilligt, at avtalan, sum vit høvdu fingið við Cimber Air, vakti stóra ans, undran og áhuga, og eg hevði kensluna av, at hendan løtan var størri, enn vit yvirhøvur droyma um. 

Óhóskandi viðmerkingar Í dag eri eg noyddur at ásanna, at eg fekk fleiri óhóskandi viðmerkingar fyri arbeiðshátt mín, og tann hátt, uppgávan var loyst uppá, bæði frá samgongu og andstøðu, og almennum viðmerkjarum. Hørð tingviðgerð Kortini var tað greitt, at hvørki samgonga ella andstøða í tinginum, høvdu væntað eitt slíkt úrslit. Tað kom óvart á tey. Men hóast hetta, brúkti andstøðan eitt og hvørt høvi at spenna bein fyri ætlanini undir tingviðgerðini, og niðurstøðan hjá andstøðuni í fíggjarnevndini, góvu onga ábending um semju, tvørturímóti - og tíverri - atkvøddu bert 20 av 33 tinglimum undir 3. viðgerð, fyri at seta á stovn eitt tjóðarflogfelag føroyinga: Javnaðarflokkurin, Tjóðveldisflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin og Kristiligi Fólkaflokkurin atkvøddu fyri, meðan Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin lótu verða við at atkvøða. 

Søguligar hendingar Tann 28. mars 1988 bar tað føroyingum til fyri fyrstu ferð, at flúgva úr Vágunum til Keypmannahavnar við einum føroyskum tjóðarfelag og endamálið við flogLimirnir í Fíggjarnevndini tá lógaruppskotið var til viðgerðar. Frá vinstru: Jørgen Thomsen, Hilmar Kass, Signar á Brúnni og Thordur Niclasen úr meirilutanum. Annfinn Kallsberg, Eyðun Viderø og Ivan Johannesen úr minnilutanum. 7 30 ár á egnum veingjum felagnum, sum mong spáddu stutta livitíð, var, at uppbyggja eina sunna fyritøku og tryggja Føroyum eitt gott og tíðarhóskandi samband við umheimin. Harnæst yngstu vit, at hækka tænastustøði munandi, og menna Vágarnar, sum vóru afturútsigldar á mongum økjum, eisini í mun til aðrar partar av landinum. 

Fyri at hava útgangsstøði úr Føroyum var neyðugt, at krøvini til tekniska umsiting av flogførum bleiv tryggjað í Vágum, og tí bygdu vit eisini ein hangar til flogfør 1987/88, sum flogfelagi hevur leiga, og nú eigur. Fyri m.a. at hækka tænastustøði fyri ferðafólk og føroyingum annars, til og úr Vágum, løgdu vit uppskot fram á løgting, sum bleiv samtykt, um tunnil undir Vestmannasund í 1988, og sum bleiv tikin í nýtslu nøkur ár seinri, eins og vit útbygdi tyrlutænastuna, bæði tekniskt og operativt, umframt bygging av farmahøll, og keyp av tyrlu úr USA í 1987/88. 

Týðandi hendingar 

Hesar útbyggingar, saman við øðrum útbyggingum av tunlum, vegum, bussum og ferjusambandi í árunum frá 1985 – 1989, millum bygdir og oyggjar, gav nýtt bjartskygni, sum síðani hevur haft stóran týdning fyri ferðafólk og íbúgvarnir í Føroyum. Hvat fingu vit burturúr Í dag kunnu vit við góðari samvitsku ásannað, at úrslitið tjóðskaparliga, hevur gingið eftir ætlan, hóast nógvir brotasjógvar hava verið av og á í søguni hjá flogfelagnum hesi 30 árini. Stórt tal av føroyingum hava fingið útbúgving innan loftferðslu: flogskiparar, mekanikarar, flogternur, fíggjarstýring, umsiting v.m. Bert fyri at nevna nøkur dømir. Vert er eisini at hava í huga, at hesar útbúgvingar hava ikki verið partur av øðrum skúla politiskum almennum átøkum, men at felagið sjálvt hevur staði fyri hesum arbeiði og fíggjað sín part av útbúgvingunum. Fáir ella næstan eingin Føroyingur høvdu útbúgving á hesum øki frammanundan. Var Atlantic Airways ikki komið, høvdu vit uttan iva ein hægri ferðaseðlar kostnað á Føroyarutuni, enn vit hava nú, men prísurin fyri at ferðast er framvegis ov høvur, og tí er ynski um hjá ferðandi, at ferðaseðlar kostnaðurin lækkar munandi innan fyri karmin av rakstri, ella við øðrum tiltøkum. Hendan uppgávan er ikki rokkin enn. 

Eisini arbeiðsskapandi tiltøk 

Eisini nærumhvørvinum hevur lokali myndugleikin fingið nógv burtur úr. Stórur partur av inntøkugrundarlagnum hjá kommununum í Vágunum stava frá hesum arbeiði, umframt, at fólkatalið er vaksi munandi frá 1988 til 2018. Sama er galdandi við ferðafólkaflutningi til og úr Vágum, og at Vágarnar á ongan hátt kunnu metast at vera afturútsigldar í sama mun, sum mett frammanundan. Hendan hendingin er eisini ein boðskapur um, at tað ber til at vera almennur politiskur myndugleiki og taka stig til arbeiðsskapandi tiltøk, eins og tað, uttan nakran sum helst iva, ber til á øðrum økjum eisini. 

Politiskt var undirsjóvartunnilin um Vestmannasund ein stór avbjóðingin. 

Hugsaði nógv um at fólk høvdu gjørt gjøldur burtur úr heingið brúnni um Vestmannasund hjá Haldur Hansen og Vilhelm Nielsen, ..... og so lesarabrøvini í bløðunum! Tey hildu uppskotið verða burtur úr vón og viti. Gjørdu gjøldur burtur úr landsstýrismanninum, og søgdu tað sum verri var..... .... tá borðreitt var - vaknaði andstøðan upp úr dvala...... Royndu av øllum alvi at forða fyri uppskotinum um stovnan av partafelag við endamáli at taka lut í flogferðslu” ... 8 Jógvan Durhuus, (tj) 46 ár, Atli P. Dam, (jf) 52 ár, Jóngerð Purkhús, (tj) 48 ár, Vilhelm Johannesen, (jf) 42 ár, Lasse Klein, (sj) 34 ár, Niels P. Danielsen, (kf) 46 ár. Rættar umstøður, góð fólk 

Greitt er at skulu úrslit spyrjast burtur úr eini ætlan sum hesari, so er neyðugt at røttu fólkini, røttu umstøðurnar og viljin at náa úrslitum eru til staðar. Uttan iva ein óvanligur arbeiðsháttur, kunnu fólk fáa varhugan av, og at sjónarringurin í ov stóran mun peikar einvegis, men so er kortini ikki. Hetta er søgan. Hon kann ikki sigast øðrvísi. Kringumstøðurnar góðu okkum møguleikan og teimum tóku vit av. Rættar umstøður, góð fólk – gott úrslit. Føroyska røddin í cockpittinum Tað skal ikki dyljast, at samleikin um Føroyskan tjóðskap hevði sjálvandi alt avgerandi týdning í hesum arbeiðinum, og tá eg á fundi hoyrdi um føroyskan flogskipara sum arbeiddi í øðrum landi, Hans Hansen gav eg straks boð um at kontaktað hann fyri at frætta um hann hevði áhuga í einum møguligum starvi sum flogskipari. Hetta at hoyra eina føroyska rødd í stýrhúsinum á einum Føroyskum flogfari, og at verða móttikin og bjóðaður vælkomin umborð á Føroyskum av føroyskari flogternu hevði avgjørdan týdning í hesum arbeiði. 

Við stórari gleði 

Eftir stuttari tíð var undirtøka at seta á stovn eitt FØROYSKT TJÓÐSKAPARLIGT FLOGFELAG, og at navn títt skal vera: “ATLANTIC AIRWAYS”. Nú 30 ár seinni kunnu vit øll við einum ávísum stoltleika ynskja Atlantic Airways hjartaliga tillukku við teimum 30 árunum - á egnum veingjum, við ynski um góða eydnu í framtíðini. 

Keldur: Anordning nr. 336, frá 11.06-1976, Lasse Klein: Frágreiðing, Landsstýrið 27.09-1985. Lasse Klein: Frá- greiðing, Landsstýrið 18.08-1987. Fyrispurningur nr. 100-5, 10.12-1986, viðvíkjandi ætlanum landsstýrisins í millumlanda flúgving. Løgtingsmál nr. 20, 04.11-1987: Stovnan av partafelag við endamáli at taka lut í flogferðslu. Løgtingsmál nr. 114, 17.03-1988: Lán til tunnil um Vestmannasund. Hagstova Føroya. Bygging av m.a. hangari, farmahøll og aðrar útbyggingar á samferðsluøkinum yvir fíggjarlógina 1985 -1989.