3. umfar av FM-kappingunum í dart var í Miðvági leygardagin 28. oktober

ítróttur30-10-2017 - 16:21 - Jóanis Nielsen

3. umfar av FM-kappingunum í dart var í Miðvági leygardagin 28. oktober.

38 menn og 9 kvinnur vóru við í kappingini.

Menn

Allir teir hægst styrkismettu spælararnir komu ígjøgnum bólkaspælið uttan trupulleikar. Hans Eivind Olsen, Uni Árting, Jan McIntosh, Remy Hansen og Bogi Isaksen vunnu allar sínar dystir og livdu harvið upp til styrkismetingina. Eisini Jón Johansen, Esmar Mikkelsen og Bjartur Olsen komu sum væntað í A-bólkin.

B-bólkurin

Í B-bólkinum spældu Heri Kallsoy, Høgni Nielsen, Jørgen Meitilberg og Martin Heldarskarð seg til hálvfinalurnar. Heri og Høgni høvdu báðir havt strævnar fjórðingsfinalur, har teir báðir vunnu 3-2, men Heri lat ongan iva vera í hálvfinaluni og vann trygt 3-0. Í hinari hálvfinaluni vann Jørgen 3-1 á Martini. Í finaluni spældu Jørgen og Heri báðir væl (Heri hevði eitt sett við 14 pílum). Dysturin var javnur og teir máttu heilt út í 7 og avgerðandi settið. Heri vann 4-3.

A-bólkurin

At teir styrkismettu spælararnir kláraðu seg væl í bólkaspælinum gjørdi, at dystirnir í 1/8-finalunum á pappírinum ikki vóru so javnir. Men longu her tapti Uni Árting 4-1 móti Esmari Mikkelsen og Hans Eivind Olsen hevði stórar trupulleikar av Jógvan Hvíthamar, men megnaði tó at vinna 4-3.

Í 1/4-finaluni vunnu Bogi Isaksen, Remy Hansen og Jan McIntosh greiðar sigrar, meðan Esmar akkurát megnaði at vinna á Jan Erik Fjallstein í einum tøttum dysti. Nú var lagt upp til spennandi hálvfinalur.

Bogi møtti í hálvfinaluni Remy Hansen og hetta gjørdist ein góður dystur. Remy hevði eitt sett uppá 13 pílar og ein útgang á 140. Men Bogi var eisini drúgvur og við fleiri 180’arum og góðum lukkingum vann Bogi 4-2. Í hinari hálvfinaluni hittust Jan McIntosh og Esmar Mikkelsen. Báðir spældu væl, men Jan var favorittur og vann eisini dystin 4-2.

Í finaluni fylgdust Jan og Bogi til 3-3. Báðir spældu væl og bert eitt av teimum 6 settunum var yvir 20 pílar. Men so fekk Bogi so sanniliga víst, at hendan dagin átti hann eitt eyka gear, og í 7. og 8. setti var hann flúgvandi. Bogi lukkaði 7 sett við 11 pílum (140-121-140-T20D20). Hetta hevur eingin gjørt í kapping í Føroyum síðan 1996. Men Bogi helt fram í sama geari og avgjørdi dystin við 12 pílum í 8. setti (100-60-180-161). Tvey so góð sett upp í slag er óhoyrt í Føroyum og lógvabrestirnir rungaðu eftir dystin.

Beinleiðis CUP

Seinna kappingin hjá monnum er cup-dystir allan vegin uttan nakra styrkismeting, og tá spyrjast altíð áhugaverdir dystir burturúr beinanvegin. Til dømis hittust Jón Johansen og Jan McIntosh longu í 1/16 finaluni, Jan vann 4-0.

Í 1/8 finaluni var tann mest spennadi dysturin millum Hera Kallsoy og Esmar Mikkelsen. Heri var tann drúgvari og vann 4-1.

Í 1/4 finaluni vóru allir dystirnir spennandi á pappírinum. Bjartur Olsen vann í einum tøttum dysti 4-3 á Hans Eivind Olsen. Heri Kallsoy megnaði ikki at gera nakað við Jan McIntosh, ið vann 4-1. Carl Eli Samuelsen og Gunnar Mouritsen vóru kanska tey mest óvæntaðu nøvnini í fjórðingsfinalunum, og har skuldi eisini ein 7-settari til, áðrenn Gunnar vann 4-3. Í síðstu fjórðingsfinaluni hittust tveir favorittar, Remy Hansen og Uni Árting. Uni vann 4-2.

Í hálvfinaluni vann Jan McIntosh tryggan 4-1 sigur móti Bjarturi Olsen. Uni Árting lat heldur ongan iva vera, tá hann vann 4-0 móti Gunnari Mouritsen.

Ein finala millum Una Árting og Jan McIntosh burdi verðið ein spennandi dystur. Báðir spældu rættuliga væl, men Uni var sera tryggur, tá settini skuldu lukkast og hann vann finaluna 5-0.

Eitt sermerkt við báðum kappingunum hjá monnnum, var at tað komu sera nógvir útgangir yvir 135. Heili 10 útgangir vóru yvir 135 og tríggir av teimum vóru 160 ella hægri.

Kvinnur

Í bólkaspælinum hjá kvinnum gjørdist beinanvegin greitt, at tveir leikarar skaraðu framúr. Elisabeth Nicolajsen og Lýdia á Smið vunnu allar dystirnar í sínum bólki og tær báðar leiktu seg eisini fram til finaluna. Lýdia vann í hálvfinaluni 3-0 móti Joan Edvør Thomasen, meðan Elisabeth vann 3-2 móti Gunnbjørg Dam. Alt talaði fyri eini javnari finalu, men Lýdia var klárt tann betra og vann trygt 4-0.

Lýdia á Smið var aftur í finaluni í seinnu kappingini eftir at hava vunnið 4-1 á Anniku Joensen í hálvfinaluni. Hin finalisturin var Johanna Jonhardsdóttur. Hon hevði vunnið hálvfinaluna uttan dyst, tí Elisabeth Nicolajsen var noydd at gevast fyri at náa Teistan. Heldur ikki í hesi finaluni lat Lýdia nakran iva verða um, at hon er eitt nýtt stjørnuskot í føroyskum darti. Lýdia vann finaluna 4-0, so sigast má, at unga Kaldbaks-kvinnan gjørdi eitt ordans hál hendan dagin. Havandi í huga, at hetta bert er aðru ferð, at hon er við í FM-kapping, kunnu vit uttan iva vænta okkum nógv av henni, um hon heldur fram at spæla.

Klaksvíkar Dartfelag skipar fyri næstu kapping, ið verður 11. november.

Úrslit:

Menn A-bólkur

1. Bogi Isaksen (KDF)

2. Jan McIntosh (HDF)

3. Esmar Mikkelsen (Pílar & Skot)

3. Remy Hansen (D16)

Hægst útgang: Bjartur Olsen 164

Fæst pílar: Bogi Isaksen 11

Menn B-bólkur

1. Heri Kallsoy (Team Sandoy)

2. Jørgen Meitilberg (HDF)

3. Høgni Nielsen (HDF)

3. Martin Heldarskarð (KDF)

Kvinnur (kapping 1)

1. Lýdia á Smið (Kaldbak)

2. Elisabeth Nicolajsen (Team Sandoy)

3. Joan Edvør Thomasen (VDF)

3. Gunnbjørg Dam (VDF)

Hægst útgang: Annika Joensen 93

Fæst pílar: Gunnbjørg Dam 29

Menn beinleiðis cup

1. Uni Árting (HDF)

2. Jan MacIntosh (HDF)

3. Gunnar Mouritsen (HDF)

3. Bjartur Olsen (ADF)

Hægst útgang: Jens Albert Simonsen 160

Fæst pílar: Uni Árting 14

Kvinnur (kapping 2)

1. Lýdia á Smið (Kaldbak)

2. Johanna Jonhardsdóttur (Team Sandoy)

3. Annika Joensen (Team Sandoy)

3. Elisabeth Nicolajsen (Team Sandoy)

Hægst útgang: Elisabeth Nicolajsen 108

Fæst pílar: Lýdia á Smið 29