293 metrar stórt ferðamannaskip kemur á Havnina í morgin

Vinna10-06-2018 - 23:14 - Jóanis Albert Nielsen
Ferðamannaskipið Mein Schiff 3 nærkast Føroyum, og skal eftir ætlan koma á Havnina í morign klokkan 7. 
Skipið er 293 metrar til longdar, og góðar 36 metrar breitt. Skipið er bygd í Finnlandi, og kostaði tað 360 mió Euro at lata tað byggja. Tað er felagið Tui Cruises ið eigur skipið, sum var tikið í sigling í 2014. Mein Schiff er heimahoyrandi á Malta.

Mein Schiff 3 tekur 2500 ferðafólk, og manningin telur 1000 fólk, so væntandi vera nógv fólk á gøtunum í morgin.

Sí myndir tá ið Mein Schiff 1 vitjaði.
Sí myndir tá ið Mein Schiff 2 vitjaði.
Sí myndir tá ið Mein Schiff 4 vitjaði.