27.149 løntakarar í februar - vøksturin í løntakarunum heldur fram

vinna08-05-2019 - 17:16 - Jóanis Nielsen

Hagstovan skrivar:

 Í februar í ár vóru 27.149 løntakarar. Tað eru 852 fleiri enn sama mánað í fjør. Gongdin, sum er lýst við trendinum, vísir, at støðugi vøksturin í løntakaratalinum heldur fram. 


(trýst á myndirnar, so tær gerast størri og tú kanst blaða millum hesar)

Myndin niðanfyri vísir løntakaratalið fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa løntakararnar í tali og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin fyri kynini. Vøksturin í løntakaratalinum hevur verið størri hjá monnum enn hja kvinnum seinastu árini.  Fyri góðum fimm árum síðani vóru á leið 500 fleiri menn enn kvinnur, sum vóru løntakarar. Í dag er munurin 1.100 millum bæði kynini.


(trýst á myndirnar, so tær gerast størri og tú kanst blaða millum hesar)

Myndin niðanfyri vísir løntakaratalið í teimum fýra høvuðsvinnugreinunum. Kámu strikurnar vísa løntakararnar, og sterku strikurnar vísa trendin fyri vinnugreinarnar. Almennu - og privatu tænastuvinnurnar telja á leið 70% av løntakarunum tilsamans, 15% arbeiða í byggivinnu og aðrari tilvirking og 15% í fiskivinnu og aðari tilfeingisvinnu.

Dagførdu løntakaratølini við fleiri útgreinaðum tølum finnur tú í hagtalsgrunninum.

Stutt um løntakarar

Ein løntakari er millum 16 og 74 ár, sum fær A-inntøku og hevur bústað í Føroyum í tíðarskeiðinum, tá lønin verður útgoldin. Sum løntakarar verða tald tey, sum í einum mánaða fáa eina lønarupphædd útgoldna, sum í minsta lagi er ájavnt eina dagløn hjá ófaklærdum arbeiðsfólki. Hetta, uttan mun til um lønargjaldarin er ein føroysk ella ein útlendsk fyritøka.
 

Stutt um trendin

Trendurin lýsir rákið í arbeiðsloysinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í arbeiðsloysinum.

Stutt um høvuðsvinnugreinabólkarnar

Fiskivinna o.o. ráevnisvinna fevnir um hesar vinnugreinarnar: Landbúnaður, Fiskiskapur, Ali- og kryvjivirki, Ráevnisvinna, Fiskavøruídnaður og Ótilskilað v.m.
 
Byggivinna o.o. tilvirking fevnir um hesar vinnugreinarnar: Skipasmiðjur, smiðjur, Annar ídnaður, Bygging og Orku- og vatnveiting
 
Privatar tænastuvinnur fevnir um hesar vinnugreinarnar: Handil og umvæling, Gistihús og matstovuvirki, Sjóflutningur, Flutningur annars, Postur og fjarskifti, Fígging og trygging, Vinnuligar tænastur, Húshaldstænastur og Felagsskapir, mentan o.a.
 
Almenn o.o. tænasta fevnir um hesar vinnugreinarnar: Almenn fyrisiting v.m.: Landsfyrisiting, Kommunur og ríkisstovnar, Undirvísing og Heilsu- og almannaverk