27 % verið á valið í Sørvági

Politikkur05-06-2019 - 15:21 - Jóanis Albert Nielsen

Nú klokkan 15 høvdu 27,4 % av teimum sum hava valrætt í Sørvági verið á valið. Í tølum er tað 228 fólk av teimum 833, sum hava valrætt.

Sama tíðarskeið til seinasta fólkatingsval høvdu 19,9% av teimum sum høvdu valrætt tá verið á valið í Sørvági. Í tølum vóru tað 156 av 785.