2600 pláss løgd av til føroyingar

ítróttur13-04-2019 - 16:20 - Jóanis Albert Nielsen
Føroyar spæla í dag ímóti Ukraine, og tað er útselt í Royal Arena, sum tekur 11600 áskoðarar.

Vit hava spurt umboð fyri HSF hvussu nógvir føroyingar verða til dystin. Svari er at 2600 pláss eru løgd av til Føroyingar, men tey vita ikki við vissu hvussu nógvir føroyingar verða til dystin.