26 milliónir krónur til felagshølir við fótbóltsvøllin í Hoyvík

politikkur05-12-2019 - 12:53 - Jóanis Nielsen

Fótbólturin í Hoyvík er í menning, og í langtíðar løguætlanini hjá Tórshavnar kommunu hava vit sett 26 milliónir krónur av til at fáa hølisviðurskiftini kring fótbóltsvøllin í Hoyvík í rættlag

Næstu trý árini halda vit fram at byggja fótbóltsøkið í Hoyvík út, so at fótbólturin í hesum skjótt vaksandi býarpartinum í høvuðsstaðnum fær betri umstøður at mennast.

Ein millión er sett av í 2020 til at fyrireika verkætlana. Í 2021 og 2022 eru ávikavist 10 og 15 milliónir krónur settar av í langtíðar løguætlanini hjá Tórshavnar kommunu til felagshølir við fótbóltsvøllin í Hoyvík.

Talan er um samkomuhøli, skiftingarrúm og annars at fáa øll hølisviðurskifti, sum hoyra til ein fótbóltsvøll í rættlag. Hoyvík er vorðin so stórur partur av høvuðsstaðnum, at vit áhaldandi eiga at bøta um viðurskiftini at íðka ítrótt og hava frítíðarvirksemi í hesum alsamt vaksandi býarparti.

Bogi Andreasen, býráðslimurFólkaflokkurin