Thommy til høgru og Jens Chr. Olsen leiðari á TAKS til vinstru á myndini.

25-ára starvsdag á TAKS

25-05-2018 - 13:46 - Jóanis Nielsen

 Thommy Johannesen hevur havt 25-ára starvsdag sum tollari. Thommy hevur fyri tað mesta starvast í Havn, men okkurt tíðarskeið hevur hann starvast í Eysturoynni. Hann starvast nú á flogvøllinum í Vágum og hevur gjørt tað tey seinastu tvey árini.

Týsdagin var samkoma í hølunum hjá TAKS á flogvøllinum í samband við 25-ára starvsdagin.