Mynd: Lesari hjá BT

23 fólk handtikin

15-04-2019 - 08:16 - Jóanis Albert Nielsen

BT.dk skrivaði seint í nátt, at 23 fólk eru handtikin í Keypmannahavn í sambandi við ófriðin, sum uppstóð seinnapartin í gjár. 

Ófriðurin byrjaði á Nørrebro tá ið Rasmus Paludan, formaður í Stram Kurs, skuldi skipað fyri einari mótmælisgongu. 

Ófriðurin hevur hildi fram runt um í Keypmannahavn í nátt, og av teimum 23 fólkunum, sum eru handtikin væntar danska løgreglan at 6 av teimum skulu fyri rættin í dag, skrivar bt.dk.

Les meira her.