2/3 av føroyskum LGBTarum hava havt sjálvmorðstankar

22-08-2017 - 17:08 - Jóanis Albert Nielsen

Knapt tveir triðingar av føroyskum LGBTarum hava havt sjálvmorðstankar. Næstan helvtin av hesum hava samstundis roynt at framt sjálvmorð. Hetta vísir nýggj kanning av heilsustøðuni hjá limunum í LGBT Føroyum. Kannigin vísir, at føroyskir LGBTarar hava lutfalsliga verri sálarliga heilsu enn hinskynd, og á fleiri økjum er støðan sera skakandi. Leita verður nú eftir fígging, so farast kann í gongd við at gera nakað munagott við hesar trupulleikar. 

Tað eru eingin almenn føroysk hagtøl fyri sjálvmorðsroyndir ella sjálvmorðstankar hjá føroyskum hinskyndum at samanbera við kanningina hjá LGBT Føroyum. Men amerikansk kanning á Columbia University í 2011 vísti, at síðstu 12 mánaðarnar høvdu munandi fleiri samkynd (21,5%) enn hinskynd (4,2%) roynt at tikið egið lív. 

Í Danmark vísur kanning, ið Statens Institut for Folkesundhed hevur latið gjørt í 2015, at fimti hvør tví- ella samkyndi danskari hevur umhugsað sjálvmorð, meðan bert tólvti hvør hinskyndi dani, hevur umhugsað tað sama. Norsk kanning frá 2001 vísir somuleiðis, at norskir LGBTarar eru tvær til seks ferðir í størri vanda fyri fremja sjálvmorð enn hinskyndir norðmenn. 

Føroyska kanningin, har 158 limir í LGBT Føroyum luttóku, vísir, at sera nógvir føroyskir tví-, sam-, og tvørkyndir somuleiðis hava havt sjálvmorðstankar. Heili 59% siga seg hava umhugsað at gera enda á sær, meðan 22% av hesum faktiskt hava roynt at framt sjálvmorð. 32% av teimum spurdu siga seg samstundis kenna aðrar føroyskar LGBTarar, sum tíverri longu hava tikið lívið av sær. Kanningin vísir eisini, at meira enn triði hvør (37%) LGBTari longu hevur verið í viðgerð fyri sálarliga sjúku, meðan 8% hava verið innløgd vegna sálarliga sjúku. 21% av teimum spurdu taka ella hava tikið heiligvág fyri sálarliga sjúku. 

Orsøkir til sálarligar trupulleikar 

Altjóða vísindin hevur granskað ymisku orsøkirnar til, hví tað vísir seg, at LGBTarar hava eina lutfalsliga verri sálarliga heilsu enn hinskynd. Úrslitini vísa, at stigmatisering, fordómar og mismunur av hesum málbólki skapa eitt fíggindaligt og strongt sosialt umhvørvi, sum síðani hevur við sær, at hesin minniluti í alt ov stóran mun fær álvarsamar sálarligar trupulleikar at dragast við. 

Sjálvhjálparbólkar skulu bøta um trupulleikan 

LGBT Føroyar arbeiðir í løtuni við at finna fígging til at seta á stovn sjálvhjálparbólkar, har tey, sum hava tørv á hesum, við professionellari hjálp, kunnu søkja sær hjálp og stuðul, soleiðis at føroyskir LGBTarar fáa møguleika til at betra um sálarligu heilsuna. Hetta hevur víst seg at geva sera munagóð úrslit uttanlands. Ætlanin er at seta eitt væl útbúgvi toymi við professionellum fólkum við hóskandi royndum, sum saman kunnu leiða sjálvhjálparbólkarnar yvir eitt longri tíðarskeið.