200 milliónir millum kvinnur og menn

vinna08-03-2021 - 16:16 - Jóanis Nielsen

Hagfrøðiliga sæð er tað betri at koyra fullur enn edrúur. Hetta er ein sannroynd, tí sambært Hagstovuni, so eru minni enn 5% av øllum fersluóhappum hend, meðan fólk hava verið ávirkað av rúsdrekka. (1)

Tó, um vit fara at kanna hvussu ofta allir biltúrar eru koyrdir í rúsaðum tilstandi ímun til edrúum, so fáa vit at síggja, at tað seinna er øguliga nógv størri enn tað fyrra; og tí er tað ikki betri at koyra rúsaður enn edrúur.

Soleiðis kunnu hagtøl lættliga misnýtast til at vátta næstan hvat ein enn ynskir. Hetta passar eisini tá ið man tosar um kynini og býtið av løn ímillum teirra.

So seint sum í dag skrivar landsstýriskvinnan í javnstøðumálum, at kvinnur forvinna 200 mió. minni um mánaðin enn menn. Ofta verður ført fram, at hetta er orsakað av, at kvinnur ikki fáa líka løn fyri líka arbeiði, ella er onkur onnur grundgeving.

Men um vit aftur fara djypri í hagtølini, so fáa vit eina betri og sannari mynd av støðuni.

Hagtøl frá Hagstovuni vísa, at ímun til arbeiðsfjøldina hjá báðum kynunum, so er ikki nakar nevniverdur munur á, hvussu nógv prosent av arbeisfjøldunum eru á arbeiðsmarknaðinum. Men hyggur man eftir býtinum millum mannfólk og konufólk, so eru í miðal seinastu 11 árini 2.400 fleiri mannfólk í arbeisfjøldini enn kvinnur. (2)

Eisini sæst í hagtølum frá Hagstovuni, at knapt 54% av kvinnum arbeiða parttíð - har talið fyri menn er bert 17%. (Hesi hagtølini eru tó eitt miðaltal frá 2005 - 2013). (3)

Um man sær ein trupulleika í hesum, so er nokk einasti mátin at rætta tað, við at fáa kvinnur at arbeiða líka nógv fulla tíð sum menn. Men her kemur næsti "trupulleikin" - kvinnur hava í stóran mun ikki hug at arbeiða fulla tíð. Tað vísa tøl frá manntalið. Hví hetta er so, er ringt at siga - kanska kvinnur prioritera øðrvísi enn menn?

Hagtølini frá manntalið vísa, at har fólk vóru spurd um teirra tímatal var passaligt, ella um tey kundu ynskt sær at arbeitt fleiri ella færri tímar – so sæst, at heili 76% av kvinnum, ið arbeiða niðursetta tíð svaraðu, at teirra tímatal var passaligt. (4)

Tað er øgiliga nemt at siga, at tað er tryggari at koyra fullur, tí hagtølini siga tað - men hetta er so langt frá sannleikanum.Somuleiðis má man eisini hyggja eftir tí størru myndini tá ið man hoyrir, at kvinnur forvinna 200 mió minnið enn menn hvønn mánaða.

Tummas Jóhan í Djónastovu

(1): https://statbank.hagstova.fo/pxweb/fo/H2/H2__SS__SS03/samf_ohapp.px/

(2): https://statbank.hagstova.fo/pxweb/fo/H2/H2__AM__AM01/afk_afavald.px/

(3): https://statbank.hagstova.fo/pxweb/fo/H2/H2__AM__AM01/afk_parttid.px/

(4): https://statbank.hagstova.fo/pxweb/fo/H2/H2__MT__MT06__MT0604/MT361.px/