200 ár síðan V. U. Hammershaimb varð borin í heim

mentan05-03-2019 - 15:19 - Jóanis Nielsen

Móðurmálsdagin, 25. mars í 2019, eru 200 ár liðin, síðan faðirin at skriftmálinum, V. U. Hammershaimb, varð borin í heim. Tað er í hesum sambandi at Snar hevur gjørt hesa temasíðu um Hammershaimb.

Temasíðan er fyrst og fremst til hádeild fólkaskúlans í móðurmálsundirvísing og søgu.

Tvær standyndir eru til minnis um Hammershaimb. Onnur er í Sandavági. Har stendur eitt ørindi úr Regin Smiði at lesa: "Ormurin er skriðin av gullinum / Tað man frættast víða / Sjúrður setist á Granar bak / Hann býr seg til at ríða."

Á standmyndini í Havn, sum Janus Kamban hevur gjørt, stendur at lesa: "1846 legði V.U. Hammershaimb lunnar undir móðurmál okkara".

Móðurmálsdagin fara Málráðið og Føroyamálsdeildin á Fróðskaparsetri Føroya at skipa fyri hátíðarhaldi til heiðurs og minnis um Hammershaimb.Ein vísindaligur partur verður í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum á vestaru bryggju í Havn, har føroyskir og útlendskir fyrilesarar luttaka. Um kvøldið verður skipað fyri  almennari kvøldsetu á Reinsarínumí miðbýnum í Havn við sangi, tónleiki og upplestri.

Okkurt árið hava Móðurmálsvirðislønir eisini verið handaðar henda sama dag.

Les meira HER: