20 mió. kr meira til egin kontór

Politikkur07-10-2018 - 18:25 - Jóanis Albert Nielsen

Landsstýrisfólkini hava komandi ár økt útreiðslurnar til egnar skrivstovur við 20 mió. kr. Bara frá í ár til næsta ár er økingin 7,2 mió. kr. Ørskapurin má steðgast.

Útreiðslugildið hjá vintstrahallu samgonguni kennir eingi mørk. Grovast eru tey við sínum egnu skrivstovum. Aðalráðini kosta komandi ár nærum 20 mió. kr meira enn í 2015.

Í krónum er Rigmor Dam og hennara mentamálaráð grovast. Í 2015 kostaði tað 18,0 mió, kr. men í 2019 skal tað kosta 22,7 mió. kr, sum er ein hækking upp á 4,7 mió. kr.

Lutfalsliga er Kristina Háfoss tó tann grovasta. Fíggjarmálaráði kostaði 9,5 mió kr, tá parturin, sum nýggja samferðslumálaráðið hevði yvirtikið, var tikin úr. Í 2019 skal Fíggjarmálaráðið kosta 12,3 mió. kr, sum eru 2,8 mió. kr hækking. Tað svarar til 30% øking av útreiðslunum. Jú, sanniliga Háfossar peningurin úr landskassanum.

Høgni Hoydal er eisini ovarliga í útreiðlsudansinum. Fiskimálaráðið kostaði 13,3 mió. í 2015, men komandi ár skal tað kosta 16,2 mió kr. Ein øking upp á 2,9 mió. kr.

Sirið Stenberg brúkar komandi ár 2,8 mió kr. meira til sína skrivstovu í mun til 2015 og Eyðgunn Samuelsen hevur økt skrivstovu sína við 1,6 mió kr.

Við Henriki Old stovnaði løgmaður eitt nýtt ráð. Hann fekk 1,2 mió. kr. frá fíggjarmálaráðnum, men ráðið skal hava 5,0 mió. kr komandi ár, uttan at hava ein landsstýrismann.

Løgmaður og Poul Michelsen er teir frægastu. Teirra øking er “bert” 0,8 mió. kr. Her kann leggast afturat, at teirra skrivstovur kosta yvir 35 mió. kr, so neyvan eru skrivstovur til fleiri fólk har.

Hesin ørskapurin má steðgast.

Jørgen Niclasen, tingmaður