- 20 milliónir krónur út gjøgnum vindeygað​

Politikkur15-11-2018 - 19:51 - Jóanis Albert Nielsen

1,83% í rentu er meira enn tríggjar ferðir rentuna, sum undanfarna samgonga lánti pening fyri.

Landsbankin skuldsetur nú Landsgrannskoðaran fyri ikki at gera sítt arbeiði gott nokk.

Nú er ovboðið við hesum dýra óneyðuga banka.

Í undanfarnu samgongu var tað okkara veruligi landsbanki, nevniliga Gjaldsstovan, sum tók sær av lánum fyri landskassan.

Rentan lækkaði á hvørjum ári og kom heilt niður móti 0,5% í rentu.

Núsitandi samgonga valdi at stovna ein nýggjan stovn, Landsbanka Føroya.

Rakstur 8,9 milliónir krónur um árið.

Hesin skuldi taka sær av at taka lán fyri landskassan.

Fyrsta lánið var eitt ovurhonds dýrt lán úr Noregi. Rentan 1,83%, sum er yvir tríggjar ferðir rentuna, sum Gjaldsstovan kundi lána fyri.

Í frágreiðing frá Landsgrannskoðaranum stendur, at rentan fyri lánið í 8 mánaðir í 2017 er yvir 7 milliónir krónur. Harafturat vísir grannskoðanin á, at kurstapið er 15 milliónir krónur.

Íalt 22 milliónir føroyskar krónur.

Um lánið var tikið, sum Gjaldsstovan tók lán, so var kostnaðurin minni enn 2 mió fyri sama tíðarskeið.

20 milliónir krónur út gjøgnum vindeygað.

Rentan er staðfest og somuleiðis er kurstapið.

Men Landsbankin verjir seg í kvøld við at skuldseta Landsgrannskoðanina fyri ikki at duga sítt arbeiði.

Landsbankin setur spurnartekin við ein almennan eftirlitsstovn, kann man tað?

Hvussu langt sleppur hesin stovnur, áðrenn landsstýrið traðkar til.

Jørgen Niclasen, tingmaður