2. umfar: Úrslit og málskjúttar

ítróttur19-03-2017 - 21:06 - Jóanis Albert Nielsen
Fult umfar hevur í dag verið í EFFO-deildini, og nú eftur 2. umfar hevur eitt lið fult stigatal, og tað er nýggja felagsliðið í Suðri.

07 Vestur 0-1 TB/FCS/Royn (Suðringar)
07 Vestur hevði í dag vitjan av nýggja felagsliðnum úr Suðri. Tað kom bara tað eina málið í dystinum, og tað fingu Suðringar tá ið 19. minuttir vóru leiktir, tá ið Poul Ingason fekk bóltin í málið.

Sí myndir her.

B36 1-1 KÍ
Í Gundadali fekk B36 vitjan av KÍ. Tað vóru Klaksvíksjingar ið førdu í hálvleikinum Semir Hadzibulic legði KÍ á odda beint fyri hálvleik. Róaldur Jakobsen javnaði fyri B36 tá ið 68. minuttir vóru leiktir uppá brotskast.

Skála 0-0 HB
Skála fekk javnleik í fyrsta umfarið, og tað fingu teir aftur í dag. Liðini býttu stigini í einum 0-0 javnleiki.

ÍF 3-1 EB/Streymur
ÍF fekk eina flúgvandi byrjan uppá dystin, Dánjal á Lakuni legði ÍF á odda eftir 7. min. og longu 5. min. seinni økti hann til 2-0. Rógvi E. Nielsen minkaði um munin eftir 72. min. tá ið hann skoraði uppá brotsspark. Ari Ellingsgaard staðfesti sigurin beint fyri dystarlok tá ið hann skoraði til 3-1.

NSÍ 0-1 Víkingur
Við Løkin var grannauppgerð tá ið NSÍ og Víkingur brustu saman, tað kom bert eitt mál í dystinum, og tað skoraði Filip Djordjevic eftir 37. min. 

Nr.
Lið
D
V
JT
Mál
S
1.TB/FCS/Royn220026
2.HB211024
3.Víkingur211014
4.ĺF210113
5.B36202002
6.202002
7.Skála202002
8.NSĺ2011-11
9.EB/Streymur2011-21
10.07 Vestur2002-30