1870 fer aftur at virka sum vanligt

corona23-03-2020 - 19:11 - Jóanis Albert Nielsen

1: Frá týsmorgni 24.marts, fer 1870 aftur at virka sum vanligt mánadag - fíggjadag frá kl 16.

T.v.s at sjúklingar í dagtíð (08-16) nú aftur skulu ringja til sín vanliga kommunulækna.

2: Ímeðan broytingarnar eru í arbeiði okkara, orsaka av Corona farsóttini, verður roknað við, at telefonsvarar okkara í dagtíð verða brúktir minst møguligt, so borgarar lætt kunnu fáa samband við kommunulækna.

KLF metir, at arbeiðsorka okkara verður frægast nýtt við at seta pnkt 1 og 2 íverk.

Økta læknamanningin á LV eftir kl 16 og í weekend kemur at halda fram.

Nevndin fer, saman við myndugleikunum framhaldandi at meta um skipanina, og verða tillagingar gjørdar, alt eftir broytingum í støðuni. Eisini eru hugskot frá tykkum vælkomin.

Rokna verður við, at fleiri vikur koma at ganga áðrenn arbeiðsdagurin aftur verður sum vanligt.

Higartil hava tiltøkini, ið sett eru í verk av myndugleikunum eydnast væl.

Um gongdin heldur fram sum nú, sær út til, at vit koma nøkulunda undan hesi avbjóðing. Men ringt er at vita. Vit gera okkara besta og vóna tað besta.

Vegna

KLF

Marjus Dam