173 føroyingar fingið staðfest smittuna

corona01-04-2020 - 07:34 - Jóanis Albert Nielsen

Tað eru nú í alt 173 føroyingar, ið hava fingið staðfest corona-smittuna. Hetta byggir á í alt 4287 kanningarúrslit.

Sostatt eru fýra persónar staðfestir smittaðir afturat seinasta samdøgnið.

Tað upplýsir Landslæknin í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.

Í løtuni eru 75 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest coronasmittuna. Ein persónur er innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.