17 umsóknir til starvið sum kommunustjóri hjá Vága kommunu

top19-05-2020 - 12:22 - Jóanis Albert Nielsen

Fyri 3 vikum síðan varð lýst eftir nýggjum kommunustjóra til Vága kommunu. Umsóknarfreistin var 18 mai og sigast má at stórur áhugi er fyri starvinum. Tað eru komnar 17 umsóknir til starvið - 11 menn og 6 kvinnur hava víst starvinum áhuga og søkt.

Setanarbólkurin fer undir at viðgera allar innkomnu umsóknirnar beinanvegin, og miðja verður eftir at seta starvið frá 1 juli ella skjótast gjørligt.

Í stuttum kann sigast um starvið, at kommunustjórin skal stuðla býráðnum og borgarstjóranum í at seta dagsskránna og megna at halda visjón og møguleikar í miðdeplinum í samstarvi við borgarar og vinnulív í kommununi. Borgarstjórin og kommunustjórin mynda kommuna úteftir saman.