17 tilburðir í gjár

corona25-09-2021 - 12:08 - Jóanis Nielsen

Í gjár vóru 17 nýggir tilburðir staðfestir. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Í 16 førum er smittukeldan kend, og ein tilburður varð staðfestur við kanning á fjórða degi eftir komu til Føroyar.

1205 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 69 smittað í Føroyum.