17 lið og 125 næmingar í 4. flokki til Skúlafótbólti í Marghøllini

ítróttur30-10-2018 - 10:30 - Jóanis Nielsen

Ónsdagin í farnu viku fóru Skúlafótbóltur av bakkastokki, tá fleiri enn 300 næmingar í 6. flokki byrjaðu hesa nýggju fótbóltskappingina í Føroyum. Komandi ónsdag, 31. okt., er 2. umfar á skránni, tá 4. flokkar úr skúlunum kring landið leggja leiðina til Vágs.

Tilsamans 17 lið og 125 næmingar í 4. flokki fara ónsdagin at kappast í Skúlafótbólti.

Fyrsta umfarið var heilt fantastiskt og vit gleða okkum til at taka ímóti 4. flokkunum, sum koma suður ónsdagin, sigur Jón Pauli Olsen, sum er ein av fyriskiparunum av Skúlafótbólti.

Eins og í fyrsta umfari, so verður ónsdagin spælt í bæði gentubólki, dreingjabólki og í blandaðum bólki. Byrjað verður kl. 12.00 og hildið verður so áfram til umleið kl. 15.00, tá tað er greitt hvørji lið hava spælt seg til finaluumfarið sum verður í mai 2019.

Umframt at spæla fótbólt, so fara næmingarnar eisini at svimja í Páls Høll og fáa eisini møguleikan at royna klatriveggin í Marghøllini.

Áskoðarar eru sjálvsagt vælkomnir at hyggja eftir Skúlafótbólti í Marghøllini, har tað er møguleiki at keypa ein kaffimun og okkurt gott afturvið.

Skúlafótbóltur er skipaður í samstarvi við Fótbóltssamband Føroya og BankNordik er høvuðsstuðul.