167 ungdómar til leikaramenning

ítróttur05-11-2018 - 16:10 - Jóanis Nielsen

HSF skrivar: Ársins fyrsta leikaramenning hevur verið um vikuskiftið fyri hondbóltsleikarar føddir í 2004 og 2005. Heili 167 ungdómar luttóku.

Leikaramenningin hesaferð vardi í tveir dagar, har skipað varð fyri hondbóltsvenjing, styrkivenjing, fyrilestri, hugna og náttarvisti.

Hondbóltsfelagið VÍF hýsti leikaramenningini.

Tvær ferðir um mánaðin verður leikaramenning. Leygardagin verður leikaramenning fyri børn fødd í 2006. Venjingartíðir fyri leikaramenningina kunnu síggjast her.