150 bátar stevndu inn á Vestmanna - myndir

vinna26-05-2018 - 15:17 - Jóanis Nielsen

 Tað vóru útvið 150 bátar sum samlaðust útfyri Fútakletti seinnaparti í góðveðrinum.

Um hálvgum trý-tíðina settu teir kós norður á Vestmanna, tað gekk skjótt norðureftir Sundinum, vestfall var og av allar fagrasta veðri.

Veðrið verður gott bæði í kvøld og eisini í morgin.