15 timburmenn/kvinnur til ArtiCon

Lýsing19-07-2018 - 13:17 - Jóanis Albert Nielsen

Vegna nógv økt virksemi søkja vit 15 timbumenn/kvinnur at byrja skjótast gjørligt.

Hevur tú hug at arbeiða í einum spennandi og fjølbroyttum umhvørvi við avbjóðingum hvønn dag?

Vit hava nógvar verkætlanir í gongd í løtuni, og tú kemur at arbeiða í toymum runt um í Føroyum.

Vit vænta at tú

  • hevur viðkomandi útbúgving sum handverkari
  • hevur royndir frá timburarbeiði
  • ert arbeiðssom/samur
  • ert røkin
  • ert álítandi
  • hevur góð samstarvsevnir

Vit bjóða

· Góð og skipaði arbeiðsviðurskifti

· Nútímans útgerð.

· Eina spennandi yrkisleið

· Persónliga og fakliga førleikamenning

Størvini verða sett, skjótast til ber. Lønin er eftir nærri avtalu.

Spurningar

Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Jógvan G. Muller á tlf. 286141.

Umsókn

Umsóknin skal sendast til starv@articon.fo í seinasta lagi fríggjadagin 10. august 2018.

ArtiCon varð stovnað í 2001 og er í dag millum størstu byggifyritøkur í Føroyum. Felagið tekst við størri og smærri byggi-, jørð og lendisarbeiðir, og ger alt slag av apteringsarbeiðum umborð á bátum og skipum. Vit leggja dent á at vera ein álítandi samstarvsfelagi og seta dygd, trygd og trivnað í hásæti. Í fyritøkuni starvast í løtuni umleið 290 fólk.