Næraberg - Mynd: John Haraldsen

15 skip liggja bakk undir Føroyum

Vinna11-01-2017 - 23:18 - Jóanis Albert Nielsen

Keðiliga veðrið ið herjar í løtuni ger, at nógv skip liggja bakk undir Føroyum, vit skrivaðu í morgun um Norðborg og Christian í Grótinum, les hvat teir hava her.

Afturat teimum báðum, liggja 13 onnur skip undir Føroyum bakk, talan er um tveir russarar, og 11 føroyskt skip. Tey eru:

Næraberg, Bakur, Pison, Stjørnan, Polarhav, Steintór, Jaspis, Ametyst, Niels Pauli, Vesturleiki og Sjagaklettur.