15 róðrarmanningar úr Vágum eru við í ár

ítróttur14-05-2020 - 00:05 - Jóanis Albert Nielsen
Sum so mangt annað so rakti korona eisini kappróðurin, og kundu manningarnar ikki fara í bátarnar at venja. Bátarnir síggjast nú á sjónum, og er tað hugaligt at síggja so nógvar manningar venja. Ein kann spyrja seg sjálvan, um korona ikki hevur gjørt tað soleiðis, at fleiri hava valt at setast við árðarnar aftur í summar.

Sørvágs Róðrarfelag hevur fingið eitt nýtt 5-mannafar, sum hevur fingið navnið Dúgvan. Sandavágs Ítróttafelag hevur fingið eitt nýtt 5-mannafar. Miðvágs Róðrarfelag fekk í fjør eitt nýtt 5-mannafar, sum fekk navnið Rókurin.

Sigast kann at nógv fólk í Vágum eru knýtt at kappróðrinum í ár.

SR er best umboða av feløgunum í Vágum í ár. Í Sørvági eru seks manningar, tvær hjá barnaróður dreingjum, tvær hjá barnaróður gentum, ein dreingja manning og ein kvinnu manning.

SÍF hevur fimm manningar í ár. Skúgvur við kvinnum, Ørnina við dreingjum og gentum og barnamanningar hjá dreingjum og gentum.

MR hevur fýra manningar. Riddarin er mannaður við monnum, Rókurin er mannaður við gentum, Frúgvin er mannað við barnaróður dreingjum og so verður ein manning afturat antin við 5-mannaførum kvinnum ella við gentum.

Vit tóku nakrar myndir í kvøld.