141 fólk í Norðoyggjum koppsett um vikuskiftið

corona08-03-2021 - 17:51 - Jóanis Nielsen

7 fólk fingu fyrra prikið og 134 fólk fingu seinna prikið, tá ið koppsetingar vórðu framdar í Norðoyggjum leygardagin.

Tey flestu av teimum koppsettu eru búfólk á røktarheimum.

Nú eru tilsamans 8068 koppsetingar gjørdar í Føroyum. 4260 fólk hava fingið fyrru koppsetingina, meðan 3808 hava fingið seinnu koppsetingina og eru liðugt koppsett.

Nýggj sending við koppingarevni kemur eftir ætlan við flogfarinum mikukvøldið. Koppsetingin verður tikin upp aftur hósdagin, tá ið fólk á bústovnum hjá Almannaverkinum verða koppsett.