140 staðfest smittað í løtuni

corona15-08-2020 - 00:26 - Jóanis Albert Nielsen

Týdagin 11. august vórðu 2454 kanningar framdar. Millum hesar vórðu 14 tilburðir staðfestir. Mikudagin 12. august vórðu 2599 kanningar gjørdar, og í alt vórðu 12 tilburðir staðfestir.

2162 kanningar vórðu gjørdar í gjár. Tríggir tilburðir eru staðfestir millum tær 1094 kanningarnar, sum eru greinaðar. Enn mangla 1068 kanningar at verða greinaðar. Heitt verður á øll um at vísa serligt varsemi, til øll kanningarúrslit fyri kanningardagin eru tøk.

Øll tey, sum fáa staðfest smittuna, verða uppringd.

Heilsumálaráðið tann 14. august kl. 14.05