14. september heilsan frá Høgna Hoydal

14-09-2020 - 17:00 - Jóanis Nielsen

Hvar høvdu vit verið uttan úrslitið á fólkaatkvøðuni 14. september?

Føroyska tjóðin og alt tað, sum er okkum dýrabærast í dag, varð bjargað á málstrikuni fyri 74 árum síðani. Vit eiga senda øllum teimum eina hjartans tøkk og mildar tankar, sum stríddust fyri og atkvøddu fyri, at føroyingar valdu loysing á fólkaatkvøðuni 14. september í 1946. Annars vóru vit endað sum Hetland

Í dag eru 74 ár síðani ein meiriluti av føroyingum atkvøddi ja fyri loysing á fólkaatkvøðuni 14. september 1946.

Teir politisku flokkarnir í Føroyum tá og danska stjórnin vóru fullkomiliga skelkað. Ongin hevði roknað við tí. Tí danska stjórnin og sambandsflokkarnir í Føroyum høvdu útskrivað fólkaatkvøðuna til tess at ræða og trýsta føroyska fólkið til at melda seg inn í Danmark og at geva okkara sjálvsavgerðarrætt burtur.

Fólkaatkvøðan var gjørd til at ræða

Tað er ongin fólkaatkvøða í heiminum, ið hevur verið sett upp sum hendan: Føroyingar skuldu velja antin at seta kross fyri einum donskum stjórnaruppskoti, sum líktist heimastýrislógini og gjørdi okkum til ein danskan landslut við ”udvidet kommunalt selvstyre”. Ella at seta kross fyri loysing – ella ”løsrivelse”, sum tað stóð á donskum á atkvøðuseðlinum. Altso: Antin – Ella.

Á henda hátt vildu teir brúka orðið loysing sum eina ræðumynd um kvetting og avkubbing, so at fólk heldur skuldu atkvøða fyri tí danska uppskotinum og harvið velja at geva sjálvræðið frá sær og leggja alt vald til Danmarkar. Ætlanin var so, at Danmark skuldi boða Sameindu Tjóðum (ST) frá, at nú høvdu føroyingar á eini fólkaatkvøðu brúkt sín sjálvsavgerðarrætt til at velja at gerast danir og Føroyar skuldi vera sum ein landslutur í Danmark eins og Bornholm, Langeland ella Amager.

Men tað eydnaðist at bjarga okkara tjóðarrættindum

Men til alla lukku fóru kvinnur og menn runt í allar bygdir og býir, har tey agiteraðu fyri, at føroyingar máttu velja loysing og ikki geva okkara rættindi burtur sum fólk til at eiga og stýra okkara egna landi. Tey vístu á, at við at hava fullveldi og egna ábyrgd av øllum viðurskiftum, kundu vit samstarva við allar aðrar tjóðir í heiminum og menna landið við egnum búskapi, vinnulívi, infrakervi, skúlum, heilsuverki, sosialum rættvísi, mentan, umhvørvi og orku.

Og tað eydnaðist! Ein meiriluti atkvøddi ja fyri loysing og ikki fyri at melda okkum inn í danska ríkið.

At danska stjórnin og sambandsflokkarnir í Føroyum síðani fóru í panikk og sendu Løgtingið til hús, so úrslitið enn ikki er sett í verk. At bæði løgregla og krígsskip vórðu biðin um at handtaka føroyskar tingmenn, um teir hildu fast við at fremja úrslitið. At allir tingmenn uttan Jákup í Jákupsstovu sótu heima, tá ið tingfundurin varð settur, sum skuldi samtykkja, at Føroyar nú vóru sjálvstøðugt land. Ja, alt tað eiga vit at skammast um og framvegis lýsa søguliga.

Hetta hevur skapt øll tey stóru framstigini í Føroyum

Men hevði ein meiriluti atkvøtt fyri tí danska uppskotinum, so vóru vit ikki til sum tjóð í dag. Og øll tey framstigini, ið hava ment okkum sum land og tjóð og sum hava ment okkara livikor hesi seinastu 74 árini, høvdu ikki kunnað verið framd: Føroyska fiskimarkið, ið ger okkum til heimsins ríkastu tjóð við livandi tilfeingi. Føroyskir skúlar, hægri útbúgving og gransking. At landið er samanbundið við vegum, havnum, tunlum, brúm og byrgingum. Eitt føroyskt heilsuverk. Eitt føroyskt almannaverk. Okkara egna telefon og samskiftisnet. Okkara egna skattaskipan og vinnulóggáva. Okkara egna orkuframleiðsla. Okkara egna flogfelag. Okkara egna mentanar- og listalív og bókmentir. Altjóða fótbóltur, hondbóltur, flogbóltur, svimjing o.s.fr. Okkara føroyska Kirkja.

Vit hava allar møguleikar at taka fullveldi

Ja, alt hetta, sum er okkum dýrabærast í dag, og gevur okkum ómetaligar møguleikar, er komið av tí áhaldandi stríðnum fyri tjóðarrættindum og sosialum og vinnuligum rættindum. Og tað er hent, tí vit hava brotið tær avmarkingar niður, sum roynt varð at seta okkum sum fólk í 1946.

Vit kunnu bara hyggja til Hetlands. Sum ein samrunnin landslutur í Bretlandi hevur Hetland mist alt sítt sjálvræði, sítt mál, sítt ræði á fiskinum, sínar skúlar, sínar vinnumøguleikar og sínar politisku stovnar og sín egna búskap.

Vit hava allar møguleikar at taka fullveldi í Føroyum. Og tí eiga tey øll eina hjartans tøkk, sum í 1946 gjørdu tað møguligt hjá komandi ættarliðum at gerast egin tjóð og eiga sítt egna land.