139 fólk av teimum ið eru umborð á Viking Sky, eru tikin av skipinum

vinna23-03-2019 - 22:00 - Jóanis Nielsen

139 av teimum 1373 ferðafólkunum umborð á Viking Sky vóru um 20 tíðina í kvøld tikin av skipinum við tyrlum. Sagt verður at trý ferðafólk høvdu fingið skaða.

Les meira HER.

Viking Sky hevur ofta verið við ferðafólkum í Føroyum og eftir ætlan, skal skipið koma 4 ferðir til Føroyar í summar.

Sí mynd, sum er tikin 12. sept. 2017 her niðanfyri.