132 føroyingar fingið staðfest smittuna

corona25-03-2020 - 07:43 - Jóanis Albert Nielsen

Tað eru nú í alt 132 føroyingar, ið hava fingið staðfest corona-smittuna. Hetta byggir á í alt 2667 kanningarúrslit. Úrslitið fyri 22 kanningar, ið vórðu gjørdar í gjár, verða greinað seinni í dag.

Tað upplýsir Landslæknin í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.

Les eisini: Fimm føroyingar frískir afturat