13. umfar: Úrslit og málskjúttar

ítróttur18-06-2017 - 20:55 - Jóanis Albert Nielsen
13. umfar í EFFO-deildini var í dag leikt.

Í Klaksvík tók KÍ móti B36. 
B36 legði hart út, og komu teir á odda 0-1 eftir 9. min tá ið Odmar Færø skoraði. Lukasz Cieslewicz økti um munin til 0-2 eftir 21. min. Benjamin Heinesen økti um munin til 0-3 tá ið 31. min. vóru leiktir og var tað eisini hálvleiksstøðan. Hørður Askham gjørdi sjálvmál eftir 70. min. og var støðan nú 0-4. Albert Adu minkaði um munin 3. min seinni til 1-4. Hannes Agnarsson staðfesti sigurin í 76. min tá ið hann skoraði til 1-5.

Í Fuglafirði leiktu ÍF og EB/Streymur. Leif Niclassen skoraði fyri gestirnar tá ið 25. min. vóru farnir og var EB/Streymur á odda 0-1 í hálvleikinum.

Bogi Petersen javnaði fyri ÍF tá ið 8. min. av seinna hálvleiki vóru leiktir. Niklas Kruse skoraði í 85. min. og vann EB/Streymur dystin 1-2.

Í Sarpugerði tók Víkingur móti NSÍ.
Adeshina Lawal skoraði fyri heimaliðið tá ið 12. min vóru farnir, og var tað eisini hálvleiksstøðan. Klæmint Olsen javnaði til 1-1 tá ið seinni hálvleikur var 6. min. gamal. Í yvirtíðini skoraði Árni Frederiksberg fyri NSÍ og vann NSÍ dystin 1-2.

Í Havn tók HB móti Skála.
Sebastian Pingel skoraði fyri HB tá ið 6. min. vóru farnir. Brian Jacobsen javnaði fyri Skála beint fyri hálvleik. Jákup Johansen skoraði fyri Skála tá ið 84. min. vóru leiktir og vann Skála 1-2.

Suðringar tóku móti 07 Vestur.
Tór-Ingar Akselsen skoraði fyri vágamenn tá ið góðir 10. min. vóru farnir av dystinum. Beint fyri hálvleik skoraði Jón Krosslá Poulsen uppá brotsspark og var hálvleiksstøðan 1-1. Búi Egilsson legði Suðringar á odda 2-1 beint eftir hálvleikin, og staðfesti Búi eisini sigurin við einum málið beint áðrenn dysturin endaði.