13 tilburðir í gjár

corona19-10-2021 - 13:03 - Jóanis Nielsen

Í gjár vóru 13 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Níggju tilburðir eru smittaðir í Føroyum av kendum smittukeldum, ein tilburður av ókendari smittukeldu. Hini trý eru staðfest smittaði eftir komu til Føroyar, ein á øðrum degi eftir komu og tvey triðja dag eftir komu.

1273 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 81 smittað í Føroyum.