12.700 tinglýsingarskjøl í fjør

vinna06-04-2020 - 11:10 - Jóanis Nielsen

 Hagstovan:

Í fjør vórðu um 12.700 rættindaskjøl av ymiskum slagi tinglýst. Hetta er nakað tað sama sum tey fýra árini frammanundan.

Áðrenn fíggjarkreppuna var talið av tinglýsingum um 20-túsund árliga, men minkaði niður í helvt árini 2009-14. Síðani hevur talið verið millum 12- og 14-túsund.

"

Tinglýsing er almenna skrásetingin hjá avvarðandi landsmyndugleika av rættindum yvir fastari ogn, so sum húsum o.ø. bústøðum, grundstykkjum og jørð, servituttum, akførum og ymiskum leysafæ.

Tinglýstu skjølini kunnu vera skeyti o.o. ognarheimildarskjøl, lániskjøl, hjúnarsáttmálar, skjøl um avmarkingar í rættindum (servituttir), skjøl um leysafæ o.a.

t1

Nógv flestu tinglýstu skjølini eru viðvíkjandi fastognum, so sum skeytum o.ø. ognarheimildarskjølum, lániskjølum o.ø. viðv. fastogn. Hesi eru 71% av øllum. Lániskjøl o.a.. viðv. akførum eru 26%, og síðstu 3% eru viðvíkjandi leysafæ.  

Tinglýsingin varð fyrisitin av danska Domstolsstyrelsen fram til 2006. 1. februar 2006 kom tinglýsingin undir Innlendismálaráðið, fyri síðani 1. juni 2007 at gerast ein partur av Umhvørvisstovuni.