1200 fólk hava sagt sína meining: 52% væntað at KÍ vinnur

ítróttur26-10-2019 - 12:01 - Jóanis Albert Nielsen
Um 3 tímar verður stóra brakið í Gundadali tá ið B36 tekur ímóti KÍ í ársins seinasta og avgerðandi dysti í Betri-deildini.

Bæði liðini kunnu vinna FM. B36 skal vinna dystin fyri at blíva FM-vinnari, meðan KÍ kann klára seg við javnleiki.

Í einari spurnarkanning á jn.fo hava 1200 fólk sagt sína meining. 

48% meta at B36 blívur FM-vinnari. 52% meta at KÍ vinnur Betri-deildina 2019.