12 tilburðir í gjár

corona24-09-2021 - 15:16 - Jóanis Nielsen

Í gjár vóru 12 nýggir tilburðir staðfestir. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Allir persónarnir eru smittaðir í Føroyum. Í 11 førum er smittukeldan kend, í einum føri er smittukeldan ikki kend.

521 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 57 smittað í Føroyum.