11 føroyingar afturat frískir

corona21-03-2020 - 12:42 - Jóanis Albert Nielsen

Fyrrapartin eru 11 fólk, ið hava fingið staðfest coronasmittuna, staðfest frísk aftur.

Tað vil siga, at í alt 14 av teimum 92, ið hava fingið staðfest coronasmittuna higartil, eru staðfest frísk aftur.

”Fyri at staðfesta, at smittaði fólk eru frísk aftur, skulu ganga 48 tímar uttan sjúkueyðkenni. Tá bera tey ikki smittuna longur og kunnu loysast úr sóttarhaldi,” sigur Bjarni á Steig, yvirlækni og ráðgevi hjá Heilsumálaráðnum.

Tey, sum hava fingið smittuna, kunnu tískil sleppa skjótari úr sóttarhaldi enn fólk, sum tey hava havt samband við.

”Tey, ið eru í sóttarhaldi, tí tey hava havt samband við ein smittaðan persón, skulu framhaldandi verða í sóttarhaldi í 14 dagar, tí tey kunnu vera smittuberi í tvær vikur,” sigur hann.